Fæst eysturoyingar og norðoyingar hava almenna løn

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í Eysturoynni og Norðoyggjum eru lutfalsliga fæst fólk, sum arbeiða hjá tí almenna. Har hava umleið 38 prosent almenna løn. Tað vísa nýggjastu starvsfólkahagtølini frá Hagstovuni.

Vága- og Sandoyar øki hava hinvegin lutfalsliga flest íbúgvar, sum arbeiða undir almennum ræði, við yvir 48%.

Mynd: Hagstova Føroya


Starvsfólkavøksturin minkandi

Talið av starvsfólkum í Føroyum var í novembur 29.750, sum er ein vøkstur upp á 0,6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Hetta merkir, at tað vóru knapt 180 fleiri starvsfólk í novembur í ár samanborið við í fjør. Hóast starvsfólkatalið veksur, er vøksturin seinasta árið viknaður.

Í novembur vóru gott og væl 15.150 menn og knapt 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Kvinnurnar høvdu ein vøkstur upp á 0,9% samanborið við november í fjør, meðan menninir høvdu ein vøkstur upp á 0,4%.

Fleiri úr Asia

Helmingurin av teimum starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, er úr Evropa, serliga Norður- og Eysturevropa. Tó hevur býtið av starvsfólki við ríkisborgaraskapi úr asiatiskum londum havt størsta vøksturin tey seinastu árini og telur nú ein triðing.

Mynd: Hagstova Føroya