Útsetti dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym verður spældur í dag klokkan 14.30
Dysturin skuldi spælast í fyrsta umfari 9. mars, men varð longu dagin fyri útsettur, tí verðurforsøgnini boðaði frá ringastu ætt vesturi á Eiðinum í Vági.
Síðan hava liðini spælt hvør sín dyst í øðrum umfarið. EB/Streymur spældi javnt 2-2 heima móti TB, og uppflytararnir úr FC Suðuroy taptu 2-0 móti B68 á Toftum.
FC Suðuroy er flutt upp tvey ár rað, og við Pól Thorsteinsson sum venjara hevur liðið tikið stigi frá 2. deild til Betrideildina við einum liðið, sum fyri tað mesta byggir á egið tilfar.
FC Suðuroy heldur fast í nøkulunda sama leisti við egnum leikarum, nú teir skulu royna at fóta sær í bestu deildini.
Í dagsins dyst er EB/Streymur kanska ein lítil favorittur, men søguliga hevur altíð verið sagt, at tað sera torført at spæla á Eiðinum í Vági, og tað skal FC Suðuroy royna at halda fast í.
Mynd: FC Suðuroy