,

Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelagið gjørt nýggjan sáttmála

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya hava skrivað undir nýggjan eittára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75%, galdandi frá 1. oktober 2024. Eisini er avtalað, at ein nýggj lønartalva kemur í gildi 1. apríl 2025.

Ljósmøðrafelagið hevur, eins og onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, góðtikið eina lægri lønarhækkan fyri tíðarskeiðið frá oktober 2022 til oktober 2024. Hetta er orsakað av, at eingin avtala er í Føroyum um javning av lønum, og siðvenja fyri hesum manglar. Tó hava partarnir orsakað av methøgari inflatión gjørt av at javna lønirnar frá 1. apríl 2025.

Haraftrat hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg. Við nýggju avtaluni verður tryggjað, at lív og heilsa ikki verða sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðg. Ein serlig nevnd við umboðum frá báðum pørtum, umframt einum óheftum persóni, fer at loysa ósemjur um undantøk til framtíðar samráðingar.