Frá Filmsfelagnum:
Italsk perla úr Róm í Filmsfelagnum
Mikudagin sýnir Filmsfelagið eina italska perlu ður Róm, sum er í svørtum og hvítum.
Hetta er fyrsti filmur, sum kenda italska sangarinnan og filmsleikarin, Paola Cortellesi (f.1973) hevur leikstjórnað. Fyri avrikið vann hon 9 italskar virðislønir og fekk fleiri fólk í biograf enn ”Barbie” hetta árið. Tilsamans hevur fyrsti fimurin hjá Paolo fingið 23 virðislønir.
Í filminum fylgja vit Deliu, sum eftir kríggið býr í Róm, har fremstu dreymar hennara eru gingnir út: hon er gift og blivin mamma. Maðurin er hin illsinti Ivano og nú eru børnini trý og dóttirin skal giftast einum av fínara slagnum. Tað er ikki ein dansur á rósum alla tíðina, men Delia hevur eina góða vinkonu, og góðtekur gerandisligu gongdina, til eitt bræv kemur við postinum.
Italski filmurin, sum er tikin í svørtum og hvítum, fær bestu ummæli og Biografklub Danmark sigur um hann: ”Det er en film, der bevæger sit publikum, og som man ikke glemmer lige med det samme. Både publikum og anmeldere fra hele verden knuselsker filmen.”
Filmsfelagið 23/4 kl 20:00 Vi har stadig i morgen (C’è ancora domani, Paola Cortellesi Italia 2023 118 min)


