Filmurin Seinasta paradís á jørð eftir Sakaris Stórá verður vístur í Salti í Suðuroy mánakvøldið klokkan 19.00 og í Havnar Bio frá hósdegnum.
Filmurin lýsir lívið í eini lítlari bygd, har flakavirkið stendur til at verða stongt Í filminum fylgja vit unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm), sum royna at fóta sær í einum samfelagi, har lívsins treytir, kærleiki og vinarlag verða avbjóðað.
Filmurin er øgiliga føroyskur, men søgan um stríðið hjá Kára er universell, sigur Jón Hammer frá Kykmyndum.
Filmurin hevur eisini vakt stóran áhuga í Danmark, har hann verður vístur í 40 biografum.

