Fimm fingu klipp í koyrikortið

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Løgreglan heldur fram við at gera sokallað ferðsluátøk við skúlar og dagstovnar um morgnarnar, fyri at vita, um alt er í lagið við bilum og um børnini eru íbundin, tá tey verða koyrd í skúla ella á dagstovn.

Í gjár var Føroya Politi inni í Eysturoynni og eisini í Havn og framdi ferðsluátøk við skúlar og dagstovnar.

Í Havn stóð væl til, tí tað bleiv bara til nakrar lyftar fremstifingrar til nøkur foreldur í bili, men í Eysturoynni vórðu nøkur mál skrivaði niður í svørtu bók.

Fimm bilførarar í Eysturoynni hava fingið bót, umframt eitt klipp í koyrikortið, tí børnini antin ikki sótu í trygdarbelti ella í barnastóli.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini vísir á, at tað kemur enn ofta fyri, at foreldur ikki binda børnini rætt í, og tað kemur eisini meira enn so fyri, at børnini eru íbundin trygdarbeltið, har tey millum annað hava skúlataskuna á rygginum, meðan tey sita í bili, og tað er ikki rætti mátin, greiðir vaktleiðarin frá.

Seinni í gjár kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Havn, og har fekk ein bilførari bót fyri at brúka hondhildna fartelefon, meðan bilførarin koyrdi, og ein annar bilførari fekk bót fyri manglandi ljós á sínum viðfestisvogni.