Tað verður finski professarin í løgfrøði, Elina Pirjatanniemi, sum skal standa á odda fyri kanningararbeiðnum at dagføra Helsingforsavtaluna. Tað skrivar Løgtingið.
Í fjør mælti Norðurlandaráðið til, at ein norðurlendsk nevnd skal gera ítøkilig uppskot til dagføring av norðurlendsku grundlógini, Helsingforsavtaluni. Endamálið er millum annað at styrkja og javnseta limaskapin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi við hini norðurlondini.
Í februar mæltu norðurlendsku stjórnirnar til at seta ein persón at kanna løgfrøðiligu viðurskiftini nærri. Nú er staðfest, at Elina Pirjatanniemi fer at leiða arbeiðið. Hon er professari við lærda háskúlan í Åbo og fær við sær eitt toymi av serfrøðingum innan ymisk løgfrøðilig øki.
Arbeiðið skal verða liðugt í ár, og síðan skulu norðurlendsum stjórnirnar taka støðu til, hvussu skal arbeiðast víðari.