,

Finst eingin góð viðgerð at fyribyrgja spontanum abortum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur svarað upp fyrispurningi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi um spontanar abortir.

Hon greiðir frá, at kvinnur, sum fara at bløða ella fáa pínu, skulu venda sær til kommunulæknan. Kommunulæknin sendir tær víðari til Gynækologisk ambulatorium, har tær verða kannaðar við ultraljóðsskanning fyri at staðfesta, um fostrið er á lívi. Um fostrið er deytt, eru tríggir viðgerðarhættir: Natúrlig abort, abort við heilivági ella kirurgisk abort.

Tjúgu prosent av øllum barnsburðum enda við spontanari abort. Kvinnur, sum hava havt eina spontana abort, fáa bjóða skanning tíðliga í næsta barnsburði fyri at skapa tryggleika.

Kvinnur, sum hava havt tríggjar spontanar abortir, fáa betri útgreining við blóðroyndum, kromosomkanningum og gynækologiskari kanning.

Sambært Sjúkrahúsverkinum finst ikki nøkur góð viðgerð at fyribyrgja spontanum abortum. Heilsuverkið granskar í nýggjari læknafrøðiligari vitan fyri at hjálpa kvinnum betur í framtíðini. Broytingar í mannagongdunum verða eisini gjørdar í Føroyum, um nýggj læknafrøðilig vitan kemur fram.