Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland óbroytt í 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar og Ísland hava gjørt semju um fiskiveiðiavtalu fyri 2025, sum heldur fram við somu treytum sum í 2024. Tað skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.

Føroysk skip kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi, meðan íslendsk skip kunnu fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Føroyska botnfiskakvotan er 5.600 tons, harav 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu. Lodnukvotan er 5% av heildarkvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild halda fram sum undanfarin ár, og Ísland fær 1.300 tons av makreli beinleiðis frá Føroyum. Samráðingarnar fóru fram á talgildum fundi 5. og 6. desember 2024. Avtalan tryggjar, at báðar tjóðir kunnu halda fram við sínum veiðumøguleikum í hvørjum øðrum sínum sjógvi.