Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini spældar í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Allar fýra fjórðingsfinalurnar í steypakappingini um Løgmanssteypið verða spældar í dag.

Klokkan 15.00 eru tveir dystir.

EB/Streymur tekur á Eiði móti AB, sum spælir í 1. deild, og her má EB/Streymur metast at vera rættiliga greiður favorittur.

Í Klaksvík er stóri dysturin hetta umfarið, tá ið B36 kemur til Klakvíkar. Sera væl mannaða liðið hjá KÍ, hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið, og hevur vunnið allar dystirnar higartil. Hinvegin so hevur B36 seinnu árini ofta staðið seg væl móti KÍ Klaksvík, so møguliga havnarmenninir enn einaferð klára at arga KÍ.

Klokkan 17.15 verða tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar spældar.

B71 úr 1. deild tekur inni í Dal á Sandoynni móti B68. B68 eigur helst at vinna hendan dystin, men heimaliðið fær uttN iva góðan stuðul frá viðhaldsfólkunum, so lætt verður tað ikki hjá toftamonnum.

Í Gøtu er eitt slag av grannadysti, tá ið Skála kemur á vitjan. Víkingur er stórfavorittur at vinna dystin. Men Skála er byrjað væl 1. deild, meðan fyrstu dystirnir hjá meistarunum úr í Vikingi hava verið heldur trilvandi. Eitt er so víst, og tað er, at Skála ógvuliga fegið vil vinna móti júst Víkingi, sum hevur siðvenju at “taka” teir bestu spælararnar hjá Skála.

FM1 sigur beinleiðis frá: KÍ – B36, B71 – B68 og Víkingi – Skála.

Lurta her >>


Løgmanssteypið – Dystaryvirlit

  • Kl. 15:00 EB/Streymur – AB
  • Kl. 15:00 KÍ – B36
  • Kl. 17:15 B71 – B68
  • Kl. 17:15 Víkingur – Skála ÍF