Fleiri enn 500 vilja á summarlegu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Áhugin at fara á summarlegu hjá heimamissiónini, má sigast at vera stórur, og nógv børn, ung og familjur hava gleði av legunum á hvørjum ári.

Trúðboðin skrivar, at barnalegurnar í Nesvík eru longu fullteknaðar, men enn er pláss á summarlegunum í Porkeri og í Vágum. Harafturat er pláss enn á ungdómsleguni, sum verður í Nesvík í summar.

Tilmeldingin lat upp mándagin klokkan 18, og tá ið hálvur tími var farin, høvdu fleiri enn 500 børn teknað seg til summarlegurnar.