Í desembur í 2024 koyrdu tað 6.073 bilar í miðal í Eysturoyartunlinum um dagin. Tað eru 278 bilar fleiri í miðal um dagin, enn tað gjørdu í desember 2023.
5.200 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Eysturoy og Streymoy, og 873 bilar koyrdu í miðal um dagin millum Rókina og Strendur.
Nú restar lítið í, at miðalferðslan í Eysturoyar og Sandoyartunlunum røkkur 7.000 bilum um samdøgrið. Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desembur 2024 906 bilar og samlaða talið í miðal um samdøgrið í báðum tunlunum hjá partafelagnum Eysturoyar – og Sandoyartunlar var 6.979.
Í Norðoyatunlinum koyrdu í desembur 2024 í miðal 4.141 um samdøgrið. Tað eru 420 bilar fleiri enn sama mánað í 2023.
Í Vágatunlinum var ferðslan í desembur 2024 2.447 bilar um samdøgrið, meðan hon í desembur 2023 var 2.356 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur.
Í Sandoyartunlinum var ferðslan í desembur 2024 906 bilar í miðal fyri hvørt samdøgur. Tunnilin lat upp í desembur 2023, tá ið miðalferðslan var 781 bilar um samdøgrið. 21. desembur 2023 varð koyrandi undir Skopunarfirði. Tá varð roknað við, at tað fóru at koyra 300 – 400 bilar í miðal um samdøgrið.
Bilur hvønn mánað í undirsjóvartunlunum
Vágatunnilin | Norðoyatunnilin | Eysturoyartunlinum | Sandoyartunnilin | |
Januar | 69.842 | 109.616 | 159.658 | 39.215 |
Februar | 71.696 | 117.070 | 171.042 | 22.700 |
Mars | 88.564 | 126.744 | 183.033 | 28.478 |
Apríl | 91.426 | 131.176 | 182.516 | 27.980 |
Mai | 94.940 | 127.176 | 179.404 | 29.748 |
Juni | 91.210 | 119.414 | 167.372 | 26.272 |
Juli | 117.806 | 136.838 | 191.937 | 37.017 |
August | 109.688 | 153.118 | 187.566 | 34.001 |
Septembur | 96.584 | 138.298 | 190.080 | 32.552 |
Oktobur | 92.906 | 136.844 | 196.784 | 30.509 |
Novembur | 73.046 | 120.292 | 180.290 | 26.743 |
Desembur | 75.846 | 128.358 | 188.266 | 28.072 |
Kelda: tunnil.fo
Bilur hvønn mánað í undirsjóvartunlunum

Kelda: tunnil.fo