Fleiri kvinnur arbeiða hjá tí almenna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í februar í ár vóru 29.540 starvsfólk í Føroyum, 192 fleiri enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7 prosent, sum er javnt býttur millum kvinnur og menn.

Sambært Hagstovuni er vøksturin tó minni enn undanfarin ár. Serliga sæst, at talið av starvsfólkum uttan føroyskt bústaðartilknýti ikki er vaksið eins nógv sum áður.

Vøksturin millum starvsfólk við almennan arbeiðsgevara er framvegis stórur. 44 prosent av øllum starvsfólkum arbeiða undir almennum ræði, har kvinnur mynda størsta partin. Sambært tølunum eru kvinnur, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara, hinvegin vorðnar færri. Talan er um ein minking á 1,8 prosent samanborið við í fjør.

Hagstovan vísir eisini, at fleiri starvsfólk eru løgd afturat vinnugreinum sum “Heilsu- og almannaverk,” serliga “Røktarvirksemi á bústovnum,” har vøksturin er næstan 6 prosent í mun til februar í fjør. Samstundis er størsta fallið í vinnugreinini “Heil- og smásøla” við eini minking á 2,5 prosent.