,

Fleyr í steypafinaluni eftir fimmsettara ímóti SÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting


Bónuskappingin – hálvfinala, kvinnur:
Fleyr – SÍ 3-2 (22-25, 25-22, 25-20, 24-26, 15-7)

Føroyameistarin Fleyr spældi seg í dag í finaluna í Bónus steypakappingini eftir rimmar finalu ímóti SÍ, sum endaði 3-2 til Fleyr.

Eftir at hava vunnið hvør sítt sett 25-22, gekk javnt á í triðja setti, og soleiðis gjørdist støðan 20-20, tá Fleyr vann næstu fimm stigini og settið 25-20.

Við knívinum á barkanum eydnaðist SÍ at vinna fjórða sett 26-24, eftir at hava verið frammanfyri mesta partin av settinum. Fyrsti settbólturin var tó ikki gagnnýttur, og Fleyr javnaði til 24-24, men við serviessi gjørdi Sissal Ellefsdóttir tað til 26-24.

Og við serviessi frá Jannu Falkvard vann SÍ fyrsta stigið í javnbrótaranum, men síðan gekk skjótt skeiva vegin, og Fleyr legði seg á odda 5-1. SÍ megnaði ongantíð aftur at fáa rættiligt samband við Fleyr, sum legði seg á odda 8-3 og 11-4, áðrenn settið varð vunnið 15-7, eftir at SÍ ikki fekk bilbugt við slagnum fá Anju Danielsen.

Kl. (umleið) 17 fara KÍF og Mjølnir at spæla um rættin at møta Fleyr í steypafinaluni, sum verður spæld Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.