J&K Petersen og HJ Asfalt hava gjørt arbeiðstøkusáttmála við Vága Floghavn, um at víðka og umvæla verandi flogbreyt.
Tað eru vendiplássini við báður endarnar á flogbreytini, sum skulu víðkast. Eisini skal flogbreytin og tey víðkaðu vendiplássini asfalterast.
Í sambandi við arbeiðið verður eisini annað umvælingararbeiði gjørt, so sum at dagføra ljós og at umleggja dren- og føringsleiðir.
Árini 2010-2012 stóð J&K Petersen fyri at leingja flogvøllin, tá ið hann varð longdur til 1.799 metrar.
Arbeiðið er ætlað at verða liðugt í summar.


