FMA: Brimheim eigur Ársins útgávu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

FMA 2025 varð í kvøld í Varpinum í Klaksvík.

Tann stóra heiðurin fyri Ársins útgávu vann Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff fyri útgávuna Ratking.

Serstaki tónleikaheiðurin fyri eitt drúgt lív í tónleiki varð latin M.C. Restorff, og tað var landstýrismaðurin í mentamálum Eirikur í Jákupsstovu, sum handaði honum heiðurin.

M.C. Restorff takkaði fyri heiðurin, og segði ein søgu um, at hann nú ein dagin møtti Simma Jacobsen og sang sangin Barnið ella Tú bar mær boð um sjálvt lívið, fyri honum, og so sang M.C. part av sanginum fyri fjøldini.

FMA minnist eisini føroyska dansibandskongin Hans Jacob Hjelm, sum andaðist í vikuskiftinum, og áskoðararnir vóru týðiliga rørdir, eftir at hava sæð eitt lítið brot við samrøðum og sangframførðslum við Hans Jacob.

Hesi vunnu hinar heiðararnar á ársins FMA:

  • Gówa vann heiðurin sum Ársins spíri.
  • Trygvi Danielsen vann heiðurin Ársins tekstur fyri tekstin til lagið Mánadrongur
  • Gø vann heiðurin Ársins serútgáva fyri útgávuna “Ævir, amen”
  • Silvurdrongur vann heiðurin Ársins myndlistarligi samleiki
  • Aron Højgaard og Jens L. Thomsen vunnu heiðurin Ársins FMA-ginglu
  • Føroysk tónaskøld vann Ársins útflutningsheiðursløn fyri tiltakið World New Music Days 2024.
  • Beinir vann heiðurin Ársins sangur fyri sangin Romeo
  • Jón Festurstein vann heiðurin Ársins tónleikari fyri sítt violinspæl í millum annað Føroya Symfoniforkestri
  • Økistónar vann heíðurin Ársins átak
  • Helena Heinesen Rebensdorff vann heiður sum Ársins tónaskald
  • Beinir vann Ársins áhoyraravirðisløn
  • Brimheim vann heiðurin vann Ársins útgávu fyri útgávuna Ratking

(Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo)

Tey tilnevndu til tær 12 heiðurslønir vóru::

Ársins útgáva

  • Brimheim – “Ratking”
  • Eivør – “Enn”
  • Lena Anderssen – “State of the Land”
  • Hamferð – “Men Guðs Hond Er Sterk”
  • Lea Kampmann – “Seinferð”

Ársins ser-útgáva

  • Tjant – “Ógreiða”
  • GØ – “Ævir, amen”
  • Flytifólk – “Flytifólk”
  • Sunleif L. Rasmussen – “Regin Smiður”
  • Jósef Zachariassen – “Fugloy”

Ársins sangur

  • “Romeo” – Beinir
  • “Dugir tú at tosa føroyskt” – Lena Anderssen
  • “Hugsi bert um teg” – Eivør
  • “Tosa við meg” – Ókendir
  • “Setandi sól” – Heidrik, Guðrið Hansdóttir

Ársins tónaskald (skapa)

  • Helena Heinesen Rebensdorff
  • Eivør Pálsdóttir
  • Sunleif Rasmussen
  • Lena Anderssen
  • Pauli Í Sandagerði

Ársins spíri

  • gówa
  • Ókendir
  • hettarher
  • Jólasoul
  • Simona Paula

Ársins tónleikari (framføra)

  • Harald Fonsdal Johannesen
  • Ari Johannesen
  • Jón Festirstein
  • Rógvi á Rógvi
  • Kristian Pauli Ellefsen

Ársins tekstur

  • “Mánadrongur” – Trygvi Danielsen
  • “Nú ert tú moldin” – Lea Kampmann og Teitur Lassen
  • “Lívsandin” – Marjun Syderbø Kjelnæs
  • “Tekin uppá lív” – Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn
  • Bogason Lamhauge)
  • “Nætur níggju” – Hamradun (Pól Arni Holm)

Ársins myndlistarligi samleiki

  • Aggrasoppar: Plátuhúsi og útgávukonsert
  • Joe & The Shitboys: Plátuhúsi, útgávukonsert og videoløg
  • Hamferð: Plátuhúsi, pallbúnar og útsjónd og videoløg
  • Silvurdrongur: Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept og stuttfilmur
  • Eivør: Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept, videoløg og fjepparalutir