FMA 2025 verður í kvøld klokkan 20.00 í Varpinum í Klaksvík. Hetta er fyrstu ferð, at Faroese Music Awards verður hildið uttan fyri Norðurlandahúsi.
Ársins krútsterka tónleikaár ger, at stórur spenningur er um, hvør fær heiðurin fyri ársins bestu útgávu. Brimheim, Eivør, Lena Anderssen, Hamferð og Lea Kampmann eru tilnevnd.
Heiðurslønir verða latnar í alt 12 bólkum, og millum tær eru ársins sangur, ársins spíri og ársins tekstur.
Tiltakið er eitt samstarv millum Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, sum sendir beinleið bæði í sjónvarpi og á heimasíðu Kringvarpsins. Vertir verða Rannvá Fossaberg og Jákup Dahl, meðan Gunnar Nolsøe stendur fyri frásøgnini í sjónvarpinum.
Á skránni eru eisini sjey tónleikaframførslur við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum, harímillum Tamara, Marius DC og Hamradun.
Tiltakið varir í slakar tveir tímar
Tær 12 heiðurslønir eru:
- Ársins útgáva
- Ársins serútgáva
- Ársins sangur
- Ársins tónaskald
- Ársins spíri
- Ársins tónleikari
- Ársins tekstur
- Ársins myndlistarligi samleiki
- Ársins útflutningsvirðisløn
- Ársins átak
- Áhoyraravirðislønin
- Ársins Tónleikaheiður
Tey tilnevndu eru:
Ársins útgáva
- Brimheim – “Ratking”
- Eivør – “Enn”
- Lena Anderssen – “State of the Land”
- Hamferð – “Men Guðs Hond Er Sterk”
- Lea Kampmann – “Seinferð”
Ársins ser-útgáva
- Tjant – “Ógreiða”
- GØ – “Ævir, amen”
- Flytifólk – “Flytifólk”
- Sunleif L. Rasmussen – “Regin Smiður”
- Jósef Zachariassen – “Fugloy”
Ársins sangur
- “Romeo” – Beinir
- “Dugir tú at tosa føroyskt” – Lena Anderssen
- “Hugsi bert um teg” – Eivør
- “Tosa við meg” – Ókendir
- “Setandi sól” – Heidrik, Guðrið Hansdóttir
Ársins tónaskald (skapa)
- Helena Heinesen Rebensdorff
- Eivør Pálsdóttir
- Sunleif Rasmussen
- Lena Anderssen
- Pauli Í Sandagerði
Ársins spíri
- gówa
- Ókendir
- hettarher
- Jólasoul
- Simona Paula
Ársins tónleikari (framføra)
- Harald Fonsdal Johannesen
- Ari Johannesen
- Jón Festirstein
- Rógvi á Rógvi
- Kristian Pauli Ellefsen
Ársins tekstur
- “Mánadrongur” – Trygvi Danielsen
- “Nú ert tú moldin” – Lea Kampmann og Teitur Lassen
- “Lívsandin” – Marjun Syderbø Kjelnæs
- “Tekin uppá lív” – Aggrasoppar (Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn
- Bogason Lamhauge)
- “Nætur níggju” – Hamradun (Pól Arni Holm)
Ársins myndlistarligi samleiki
- Aggrasoppar: Plátuhúsi og útgávukonsert
- Joe & The Shitboys: Plátuhúsi, útgávukonsert og videoløg
- Hamferð: Plátuhúsi, pallbúnar og útsjónd og videoløg
- Silvurdrongur: Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept og stuttfilmur
- Eivør: Plátuhúsi, pallbúnar, pall konsept, videoløg og fjepparalutir