Føroya Banki kunngerð at samtakið í 2024 hevði eitt avlop á 310 milliónir krónur.
Bankin vísir á, at árið var merkt av góðum úrslitum á ymsu virkisøkjunum. Forstjórin, Turið F. Arge, sigur:
– 2024 var merkt av øktari geopolitiskari óvissu, minkandi inflatión og lækkandi rentum. Fyri Føroya Banka-samtakið var árið eisini merkt av góðum úrslitum frá útlánsvøkstri og øktum virksemi á íløguøkinum.
Bankin sigur, at kundarnir hava tikið væl ímóti møguleikanum at fáa góða rentu á samansparingarkontum, og hetta sæst aftur í innlánsvøkstrinum, sum vaks 15 prosent samanborið við 2023.
– Bæði húsarhald og fyritøkur eru væl fyri, og sunna fíggjarstøðan sæst í okkara roknskapi, leggur Turið F. Arge aftrat.
Rentulækkingarnar seinastu mánaðirnar hava ávirkað kundar við lánum á ymiskan hátt. Meðan realkredittlán við skiftandi rentu fylgja marknaðinum, verða bankalán við skiftandi rentu ásett av bankunum.
Bankin hevur ment síni talgildu tilboð. Tíðliga í 2024 gjørdist netbankin ókeypis fyri privatkundar, og í desembur gjørdist tað møguligt at stovna samansparingarkontur beinleiðis í netbankanum. Meira enn 80% av innritanum eru frá snildfonum, og bankin ætlar at menna fleiri funkur til at betra kundaupplivingina.
Á aðalfundinum 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum 350 milliónir krónur í vinningsbýti. Umleið 5.500 føroyingar eiga 55 prosent av bankanum, harav landið eigur 35 prosent. Leiðslan væntar, at úrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 milliónir krónur.