Føroysk húsarhald spara alsamt meira upp til eftirløn.
Føroysk húsarhald eiga privata eftirlønaruppsparing í Føroyum upp á 9,3 milliardir krónur og umleið 2,3 milliardir krónur í eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum, so samlaða privata eftirlønaruppsparingin hjá føroyingum var 11,6 milliardir krónur í 2022. Hetta svarar til 46 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum.
Síðan 2012 hevur verið skattað við inngjald. Í 2020 var tað akkurát helvt um helvt, sum var ávikavist forskattað og skuldi skattast við útgjald, men síðan 2021 hevur forskattaði parturin verið størstur, vísir Landsbankin á.
Av eftirlønaruppsparingini standa 2,2 milliardir krónur í føroysku bankunum, og av hesum eru 1,6 milliardir krónur forskattaðar, meðan 600 milliónir krónur skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini.
Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum standa 7,1 milliardir krónur, har fýra milliardir krónur eru forskattaðar, meðn 3,1 milliardir krónur skulu skattast við útgjald.

Kelda: Landsbankin