,

Føroysk tøl vísa at ein út av 800 kvinnum fær bróstkrabba av hormonspirali

Skrivað

Heidi Lindenskov Róadóttir

Dagfesting

Nýggj gransking ið Kræftens Bekæmpelses Center for Kræftforskning hevur kunngjørt, vísir á at kvinnur, ið brúkar hormonspiral, eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba.

Granskingin er gjørd av 157.190 kvinnum millum 15 og 49 ár, har 78.595 kvinnur brúktu hormonspiral. Størsti partur av kvinnunum vóru 38 ára gamlar, og vóru tær fylgdar í upp til 15 ár. Granskingin hevur fylgt øllum sløgum av hormonspiralum, men serliga er Mirena, ið er mest brúkta slagið av hormonspirali, sjónligt í kanningini.

Tann økti vandin kann tulkast soleiðis


Um 10.000 kvinnur hava hormonspiralir í 5 ár, vera har veri 14 fleiri tilburðir av bróstkrabba, enn tað er við kvinnum uttan hormonspiral. Hetta gevur tískil høvið at leggja hetta aftrat sum eitt hjáárin við brúki av hormonspirali.

Tó skal eisini leggjast aftrat at hóast man hevur havt hormonspiralin í 5 ár, merkir hetta ikki við vissu, at ein fær bróstkrabba. Har eru ymiskir aðrir faktorar, ið eisini spæla inn, tá tað kemur til bróstkrabba, eitt nú royking, yvirvekt, arvur o.s.fr.

Føroysk tøl

Sambært dátugrunninum Nordic Health & Welfare Statistics og tølum frá Hagstovu Føroya, vóru áleið 405 hormonspiralir seldir í Føroyum í 2023, til kvinnur millum 15 til 49 ár. Hetta merkir at út av áleið 800 føroyskum kvinnum, verður mett, at ein kvinna fær bróstkrabba orsaka av hormonspiralinum – Givið at hann verður brúktur í 5 ár.

Vandin er størri fyri kvinnur yvir 30 ár

Fyri kvinnur, ið eru undir 30 ár, er hetta tó ikki eins álvarsligt, ið tað er fyri kvinnur yvir 30 ár. Granskingin viðmælir at um man er yvir 30 ár, og brúkar hormonspiral, at so átti man at umhugsa aðra fyribyrging, ið gevur meining fyri tann einstaka, og endamálið.

Kvinnur, ið eru yvir 30 ár, og serliga kvinnur ið eru komnar í yvirgangsaldurin, fáa ofta bjóða hormonspiralin Mirena, orsaka av kraftigum bløðingum, ið ofta er ein fylgja av yvirgangsaldrinum.

P-bollar og hormonspiralir kunnu samanberast

Hormonspiralurin er tó ikki einasta hormonella fyribyrgingin ið hevur veri nógv umtala í miðlunum. Eisini p-pillar, ella p-bollar, hava veri í fokus.

Í 2010’unum vóru p-bollar settir í samband við tunglyndi, sjálvmorð og eisini bróstkrabba – og av júst hesum orsøkum, valdu nógvar kvinnur at skifta frá p-bollum, til hormonspiralin. Tá gekk man útfrá, at hann bert virkaði lokalt, sum man so í dag hevur funnið útav, ikki passar.

Tískil er staðfest, at um ein kvinna brúkar p-bollar ella hormonspiral, so er tað líkamikið, tí vandin fyri bróstkrabba, er eins stórur við báðum sløgum av fyribyrgingum.

Tó skal hormonspiralurin ikki ógildast

Lina Mørch, ið er ein av granskaranum av í hesari kanning, metir tó ikki at man skal ógilda hormonspiralin heilt. Hon vil vera við at flest allir heilivágur hevur hjáárin, og at man eisini skal umhugsa hví man hevur hormonspiralin, og taka fyrimunir og vansar við í útrokningina.

Tað er eitt nú viðmælt at kvinnur, ið hava endometriose, fáa sær hormonspiral fyri at minka um pínu og bløðing harav.

Lina Mørch undirstrikar tískil, at lívið í sær sjálvum hevur nógvar vandar, og at hetta bert er talan um eina avgerð um hvørjar vandar ein sjálvur ynskir at liva við.

Screeningar í Føroyum

Í Føroyum eru tað bert kvinnur millum 50 og 69 ár, ið verða innkallaðar annaðhvørt ár til mammografiscreening. Skulu  yngri kvinnur skannast, skulu tær fyrst til kommunulækna at biðja um eina ávísing til mammografi. Kvinnur ið eru undir 30 ár verða bert kannaðar við ultraljóðið, uttan so at mett verður at røntgenmynd er neyðug.

Tá talan er um lívmóðurhálskrabba, eru kvinnurnar munandi yngri, tá tær fyrst fáa eina innkalling til screening. Kvinnur millum 25 og 60 ár fáa tískil bjóða hesa screening 3. Hvørt ár, og sæst eisini nú, at í nógvum førum vera kyknubroytingar fangaðar í so mikið góðari tíð, at til ber at basa møguligari sjúku. Eisini hevur ávirkanin av HPV koppsetingini havt við sær, at nógvar ungar kvinnur eru væl vardar.

Tískil kundi spurningur verði settur við um aldurin til mammografi skuldi veri lækkaður, so at til ber at fyribyrgja bróstkrabban. Serliga tá tað eru nógvar kvinnur, ið nýta fyribyrging, ið hevur hetta hjáárini, ið ger tað meira sannlíkt at fáa bróstkrabba.

Keldur: https://pxweb.nhwstat.org/Prod/pxweb/en/NHWSTAT/NHWSTAT__Health__Pharmaceutical%20products__Medicines%20consumption__Sales/med06b.px/table/tableViewLayout1/

https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_abgd_md.px/table/tableViewLayout2/

https://nyheder.tv2.dk/samfund/2024-08-20-langt-faerre-faar-livmoderhalskraeft-efter-aarraekke-med-vaccineprogram