Liverpool gjørdist fyrr í kvøld enskur meistari, tá ið teir vunnu 5-1 móti Tottenham heima á Anfield.
Millum áskoðararnar var eitt ferðalag frá føroyska fjepparafelagnum, og tað var ovfarakæta á føroyingunum og øllum hinum 61.000 áskoðarunum, sum fyri fyrstu ferð sóu lið sítt vinna meistaraheitið á heimavølli í 35 ár. Tá ið Liverpool í 2020 vann sítt fyrsta meistaraheitið í 30 ár vóru eingir áskoðarar, tí tað var mitt í koronatíðini.
Huglagið í Liverpool hevur verið nakað heilt serligt vikuna upp undir hendan dystin. Hóast fimm dystir vóru eftir, manglaði einans eitt stig at tryggja meistarheitið, og viðhaldsfólkini hjá Liverpool ynsktu inniliga, at meistaraheitið skuldi koma upp á pláss í dag heima á Anfield.
Alt var gjørt klárt til stóra gildið, troyggjur við 20. meistaraheitinum hava verið til sølu í Liverpool alla vikuna, og eisini var ein meistaratekning tekna á ein múr nærhendis Anfield.
Liverpool hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Premier League undir nýggja venjaranum Arne Slot, sum hevði ein tungan sess at fylla eftir litríka týska venjaran, Jürgen Klopp.
Liverpool hevur verið fremst meginpartin av árinum, og einki av hinum liðunum hevur veruliga bjóðað teimum til dans í stríðnum um meiststaraheitið.
Við 20. meistaraheitinum hevur Liverpool nú vunnið líka nógv meistaraheitið, sum Manchester United.

