Hóast samlaði føðitíttleikin í Føroyum hevur verið støðugur til fyri fáum árum síðan, so er ein langtíðarbroyting farin fram nær føroyskar kvinnur eiga børn.
Síðan 1970 er hægsti føðitíttleikin fluttur frá kvinnum í aldursbólkinum 20-24 ár til kvinnur í aldursbólkinum 30-34 ár.
Føðitíttleikin hjá kvinnum yngri enn 30 ár er nógv minkaður, og hjá teimum í aldursbólkinum 20-24 ár er hann mikaður niður í ein fjórðing samanborið við 1970.
Eftir nøkur ár við lækkandi føðitíttleika sæst nú ein lítil hækking í samlaða føðitíttleikanum í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.
Í 2024 vóru 1,91 børn fødd fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Tað er eitt vet hægri enn árið fyri, tá hann var 1,86. Tó er hetta annað árið á rað, at føðitíttleikin er undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu, men stóra fallið, sum hevur verið seinastu árini, helt ikki fram í 2024.
Frá fyrst í hesi øldini var miðaltalið um 2,5 børn, men hetta er broytt munandi. Í 2016 var tað 2,64 børn, sum minkaði til 2,43 í 2019 og niður í 1,86 í 2023, á fyrsta sinni undir 2,0 børn.
Talið av kvinnum í burðarførum aldri er vaksið við yvir 1.000 síðan 2013, meðan barnatalið hevur verið meira støðugt. Í fjør vóru 586 børn fødd, tað eru fleiri enn í 2023, men framvegis væl færri enn undanfarin ár.