Føroyskir viðhaldsmenn sóu Liverpool taka stórt fet móti meistaraheitinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liverpool tók í gjárkvøldi eitt stórt fet móti enska meistaraheitinum, tá ið teir sannførandi vunnu 2-0 móti Newcastle. Samstundis spældu nærmastu kappingarneytarinir Arsenal einans 0-0 móti Nottingham Forest.

Liverpool er nú trettan stig framman fyri Arsenal, og hóast Arsenal hevur spælt ein dyst minni, so skal nógv til, um Liverpooll ikki verður meistari í mai. Nú er tað, sum tey plaga at siga, Liverpool, ið skal tapa meistaraheitið.

Til dystin á Anfield í LIvrepool í gjárkvøldi, var eitt ferðalið frá føroyska fjepparafelagnum, Liverpool Føroyar. Teir tíggju viðhaldsmenninir fingu eitt frálíkt upplivisli, og lagið er gott nú ferðalagið er á veg heim aftur til Føroya.

Ein, sum var við í føroyska ferðalagnum, var Trygvi Absalonsen, frásøgumaður hjá FM1, sum eisini er vertur á vikuligu sendingini Liverpoolradio, so man ikki, at meira verður at hoyra um túrin og dystin í sendingini komandi týsdag.


Myndir: Knút Olsen


Úrslit 27 umfar:

Týsdag:

  • Brighton – Bournemouth 2 – 1
  • Crystal Palace – Aston Villa 4 – 1
  • Wolverhampton – Fulham 1 – 2
  • Chelsea – Southampton 4 – 0

Mikudag:

  • Brentford – Everton 1 – 1
  • Manchester United – Ipswich 3 – 2
  • Nottingham Forest – Arsenal 0 – 0
  • Tottenham – Manchester City 0 – 1
  • Liverpool – Newcastle 2 – 0

hósdag

  • West Ham – Leicester Kl. 20. 00

Stigatalva í Premier League

DVJTMálStig
1Liverpool28207166 – 2667
2Arsenal27159351 – 2354
3Nottingham Forest27146744 – 3348
4Manchester City27145853 – 3747
5Chelsea27137752 – 3646
6Newcastle27135946 – 3844
7Bournemouth27127845 – 3243
8Brighton271110644 – 3943
9Fulham27119740 – 3642
10Aston Villa28119840 – 4542
11Brentford271151148 – 4338
12Crystal Palace2799935 – 3336
13Tottenham271031453 – 3933
14Manchester United27961233 – 3933
15Everton27711930 – 3432
16West Ham26861230 – 4730
17Wolverhampton27641737 – 5622
18Ipswich27381626 – 5717
19Leicester26451725 – 5917
20Southampton27232219 – 659