Forkvinnan í Ferðavinnufelagnum, Henny á Líknargøtu, letur hampiliga væl at háárstíðini fyri ferðavinnuna í ár, hóast verkfallið í vár-summar var ein smeitur.
“Eg haldi hon hevur verið heilt OK,” svaraði Henny á Líknargøtu tá Árni Gregersen á FM1 spurdi hana um høvuðssesongina í ár.
“Hon byrjaði eitt sindur hart við at vit vórðu rakt av einum verkfalli, og tað ávirkaði øgiliga nógv mai og juni mánað. Men so komu… tey allar flestu komu nokkso væl afturí aftur. So tá tú tosar við fólk nú, so eru tey sum heild væl nøgd við hásesongina. Og september mánaður hevur faktiskt eisini verið heilt OK… So vit eru rímiliga glað fyri teir seinastu mánaðirnar.”
Síðan spurdi Árni Gregersen um tað gongur rættan veg við at at leingja sesongina, sum vinnan í longri tíð hevur havt sum mál.
“Tað hevur gingið striltið, men tað er eitt arbeiði sum ikki verður gjørt eftir einum degi,” svaraði forkvinnan í Ferðavinnufelagnum.
“Bæði veitararnir og Visit Faroe Islands hava eina langtíðar strategi tá tað kemur til at leingja sesongina, og tað gongur betur og betur; men vit eru bara verri enn so komin á mál enn. Vit skulu hava fleiri vinnulig ferðafólk hendan vegin, og vit skulu eisini hava leisure ferðafólkini at ferðast alt árið. Mai sær góður út og september sær góður út, men apríl og oktober eru stadigvekk útfordrandi, og vetrar mánaðirnir eru stadigvekk meira enn hálv vánaligir enn. Men vit trúgva upp á tað. Vit skulu bara halda fram við at gera tað arbeiðið sum vit gera nú.”