, , ,

Frásáldingardystur kann avgera Serie A

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Farna sunnudag vann Bologna 1-0 á Inter Milan. Riccardo Orsolini skoraði sigursmálið 4 minuttir inn í yvirtíðina og tað hevur økt um møguleikan fyri einum frásáldingardysti (play-off), meistaraheitið í Serie A kann enda hetta kappingarárið, tí Inter Milan og Napoli liggja á 1. og 2. plássi, har bara málmunurin skilir liðini, nú 5 dystir eru eftir at leika. Men møguleikin fyri einum sætta dysti spøkir, tí bæði liðini hava vunnið 21 dystir, spælt 8 javnleikir og hava tapt fýra dystir.

Í 2022 innførdi Serie A aftur eina lóg, sum sigur, at um tvey lið, sum kappast um meistaraheitið, ella stríðast móti niðurflyting, enda javnt á stigum, so er kravt, at tey møtast í einum frásáldingardysti.

Málmunurin fær kortini ein týdning, tí liðið við betri málmuni fær heimavølli í finaludystinum. Endar frásáldingardysturin við javnleiki – og báðir dystirnir millum Inter Milan og Napoli hetta kappingarárið eru endaðir 1-1 – so skal dysturin avgerast við eini brotssparkskapping.

Serie A valdi at vraka lógina um frásáldingardyst í 2004-05 og seinastu árini hevur onki bent á, at reglan aftur skuldi fáa týdning, tí fyrra árið vann Napoli við 16 stigum til nærmasta kappingarneyta, meðan Inter vann við heili 19 stigum framman fyri nærmasta avbjóðara.

Tað er lagnunnar speisemi, at júst Bologna skuldi syrgja fyri, at Serie A kann fáa ein sera spennandi endaspurt, tí tað er bert hent eina ferð fyrr, at lið noyddust at spæla ein frásáldingardyst og tað hendi í kappingarárinum 1963-64, tá júst Bologna og Inter bæði høvdu savnað 54 stig eftir 34 dystir. Bologna vann frásáldingardystin 2-0, har danin Harald Nielsen skoraði seinna málið.

Sama kappingarár spældu Sampdoria og Modena um at sleppa undan niðurflyting, har Sampdoria eisini vann 2-0. Nýliga hendi tað eisini í kappingarárinum 2022-23, har Hellas Verona vann 3-1 á Spezia og sostatt skákaði sær undan niðurflyting.

Dystarskráin sær annars soleiðis út:

  • 27. apríl: Inter Milan ímóti AS Roma og Napoli ímóti Torino
  • 3. mai: Inter Milan ímóti Hellas Verona og Lecce ímóti Napoli
  • 11. mai: Torino ímóti Inter Milan og Napoli ímóti Genoa
  • 18. mai: Inter Milan ímóti Lazio og Parma ímóti Napoli
  • 25. mai: Como ímóti Inter Milan og Napoli ímóti Cagliari

Spenningurin er sostatt í hæddini undan 34. umfari í Serie A í morgin.