Fríða og Alvi reka Menta víðari, nú Hermund gevst

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eftir 37 ár í sessinum hevur Hermund Jacobsen valt at fara úr starvinum sum stjóri og eigari í grannskoðanarvirkinum Menta. Fríða Óladóttir Poulsen og Alvi Nielsen yvirtaka eigaralutin hjá Hermundi tann 1. januar 2025. Tað skrivar Menta á heimasíðu síni.

Hermund Jacobsen byrjaði sum grannskoðari í 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Stutt eftir – tann 1. november í 1987 – stovnaði hann Menta, sum tá æt grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen.

Í 2007 løgdu Alvi Nielsen og Hermund síni virki saman, og í 2019 kom Fríða Óladóttir Poulsen upp í leiðsluna og eigaraskaran.

Hermund Jacobsen gevst hjá Menta tann 1. januar 2025 og Fríða Óladóttir Poulsen og Alvi Nielsen reka Menta víðari.