Fuglafjarðar skúli hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina heimasíðu, sum er ætlað næmingum av øðrum uppruna enn føroyskum og foreldrum teirra. Tað skrivar Skúlablaðið.
Arbeiðið við heimasíðuni byrjaði sum ein norðurlendsk royndarverkætlan saman við skúlum úr Danmark og Íslandi, men av fíggjarávum er hon steðgað. Fyri at ætlanin ikki skal fara fyri skeytið, hevur skúlin gjørt av at keypa eitt útlendskt konsept, sum verður tillagað til heimasíðuna hjá Fuglafjarðar skúla.
Á hesi heimasíðuni skal vera øll kunning, sum næmingur og foreldur hava brúk fyri á sínum máli ella einum máli, tey skilja væl um alt, teimum tørvar, tá ið talan er um at ganga í skúla í bygdini, líka frá, hvat barnið skal hava við í skúla, og nær foreldrafundur er, til hvønn leiklut foreldur hava, og hvat skúlin væntar av foreldrum og næmingi.
Tað er ikki løtuverk at gera eina slíka heimasíðu. Nógvu tjóðskapirnir, sum eru umboðaðir í skúlanum í Fuglafirði, gera, at málini, sum týðast skulu til, eru nógv.
– Vit hava gjørt alt tilfarið, sum skal liggja til grund fyri tí, sum vit skulu kunna um á heimasíðuni. Tað, sum er eftir at gera, er at fáa tað týtt til ymsu málini, og har fara vit helst at brúka vitlíki, sigur Berlys Toftadal.
Tað ganga 299 næmingar í Fuglafjarðar skúla, og millum teirra eru umleið 28 tjóðskapir umboðaðir.