Fult umfar í Betrideildini við monnum í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Øll liðini í Betrideildini við monnum spæla í dag, og í øllum dystunum eru greiðir favorittar.

Fyrsti dystur er í Vági klokkan trý, tá ið KÍ kemur á vitjan hjá FC Suðuroy. KÍ hevur fult stigatal higartil, men uppflytararin FC Suðuroy hevur staðið seg óvæntað væl higartil, og haraftrat verður vanliga sagt, at tað er altíð torført hjá liðnum at fara til Suðuroyar at spæla. KÍ er tó greiður favorittur at vinna dystin.

Klokkan fimm tekur B68 móti Víkingi. Hóast Víkingur er favortittur at vinna dystin, so er hetta helst tað javnasti dysturin á pappírinum hetta umfarið. Víkingur sær tó út til at hava fingið gongd á spælið og úrslitini, so tað verður helst torført hjá B68 at fáa stig burtur úr hendan dystin.

TB vitja HB í Gundadali klokkan seks, og hóast HB hevur havt eina ógvuliga trilvandi byrjan upp á kappingarárið, so má væntast, at teir vinna móti TB á heimavølli.

Klokkan hálgvum sjey spæla 07 Vestur og B36 í Sørvági. 07 Vestur hevur fingið eina óvænta vánaliga byrjan upp á kappingarárið og er aftast, meðan B35 veruliga sær út til at hava fóta sær við nýggja konseptinum við føroyskum leikarum. B36 er tí rímiliga greiður favorittur í Vágum í kvøld.

EB/Streymur og NSÍ spæla eisini klokkan hálgvum sjey. NSÍ hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið og dugir at vinna dystir. Tí vænta øll, at NSÍ vinnur móti EB/Streymi, sum tó undir Sigfríði Clementsen ofta hava víst seg at vera torførir at vinna móti.


FM1 sigur beinleiðis frá B68-Víkingur klokkan 17.00 og 07 Vestur-B36 klokkan 18.30


7. umfar í Betrideildini menn

  • 15:00: FC Suðuroy – KÍ
  • 17:00: B68 – Víkingur
  • 18:00: HB – TB
  • 18:30: 07 Vestur – B36
  • 18:30: EB/Streymur – NSÍ


Stigatalva Betrideildin menn

DVJTMFMMStig
1NSÍ66002852318
266001631318
3HB64021410412
4B3663121010010
5EB/Streymur6213711-47
6FC Suðuroy6204310-76
7Víkingur612358-35
8TB6123611-55
9B686114518-134
1007 Vestur6015513-81