, ,

Fyri­reika seg til ‘heilsu­tæn­astur í nær­um­hvørv­inum’

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Suðuroyggin verður slóðbrótandi við royndarskipanum á heilsuøkinum, boðar Heilsumálaráðið frá. Eitt lógaruppskot um “heilsutænastur í nærumhvørvinum” skal gera tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum.

Í hesum høpi verða royndarskipanir nú fyrireikaðar í Suðuroy, soleiðis at hesar kunnu setast í verk tá ið lóggávan loyvir tí, ljóða boðini.

“Eg eri glað fyri,at undirtøka er fyri at fara undir at gera royndarskipanir, sum kunnu betra um tilboðini til heilsutænastur,” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. “Tær fyrstu royndarskipanirnar verða gjørdar í Suðuroynni, sum harvið verður slóðbrótari á økinum,” legði hon afturat.

Ætlanin er sambært Heilsumálaráðið “at fara undir at gera ymiskar royndarskipanir um hvussu heilsutænastur í Suðuroy kunnu skipast, við atliti til at tryggja suðuroyingum dygdargóðar heilsutænastur við hægstu heilsufakligu góðsku.”

Í komandi viku fer landsstýriskvinnan at leggja lógaruppskot um heilsutænastur í nærumhvørvinum fyri Løgtingið, verður víðari upplýst.

“Hetta lógaruppskotið ger tað møguligt at arbeiða við royndarskipanum. Tí er farið undir fyrireikandi arbeiði longu nú, soleiðis at tað er møguligt at fara undir eina royndarskipan tá ið lógin kemur í gildi.”

Mánadagin var landsstýriskvinnan á fundum í Suðuroy við borgarstjórunum, leiðslunum á Suðuroyar sjúkrahúsi og Suðuroyar Bú- og heimatænastu, umframt kommunulæknum.

“Margit Stórá kunnaði um at arbeiðið at betra um heilsutænasturnar fer at verða gjørt í einum tøttum samstarvi millum viðkomandi partar í Suðuroynni,” sigur Heilsumálaráðið.

“Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri heilsustarvsfólk í Suðuroynni, borgarar í Suðuroynni og Heilsumálaráðið skal gera uppskot til ítøkiligar royndarskipanir, sum skulu tryggja, betra og menna heilsutænastur til suðuroyingar. Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum.”

Tá royndartíðarskeiðið er liðugt skulu royndarskipanirnar eftirmetast, sigur Heilsumálaráðið, og leggur afturat at úrslitini frá royndarskipanunum skulu brúkast til at menna heilsuøkið í Suðuroynni.

“Eftir ætlan fer hetta at hava við sær eina betri heilsustøðu hjá suðuroyingum – og serliga hjá teimum sum hava størstan tørv á heilsutænastum, tað vil siga eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi og avvarðandi teirra,” sigur Margit Stórá. “Seinni verður farið undir at gera aðrar royndarskipanir kring landið.”

Mynd: Jóanis Lisberg, borgarstjóri Fámjins kommunu; Margit Stórá, landsstýriskvinna; Kristin Michelsen, borgarstjóri Tvøroyrar kommunu; og Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommuna.