Um okkara leiðir er tað ikki óvanligt, at fyrrverandi fótbóltsleikarar enda sum løgmenn. Vit kunnu nevna Anfinn Kallsberg (KÍ), Jóannes Eidesgaard (TB) og Aksel V. Johannesen (KÍ), men heimsmetið eigur Kaj Leo Holm Johannesen (HB), sum gjørdist fyrsti A-landsliðsleikarin at gerast ovasti í heimlandi sínum (2008-2015). Hann spældi 4 A-landsdystir árini 1991-92, harímillum fyrsta A-landsdystin á Svangaskarði tann 3. Juni 1992 ímóti Belgia. Harumframt sat hann eisini á bonkinum í tiltikna landsdystinum ímóti Eysturríki í Landskrona í Svøríki.
Fyrrverandi AC Milan-leikarin, George Weah, spældi 74 landsdystir og skoraði 18 mál fyri Liberia árini 1986-2002. Hann gjørdist hin næsti í røðini, tá ið hann stjórnaði Liberia í tíðarskeiðnum 2018-2024, men hann royndi seg eisini í 2011, tá Ellen Johnson Sirleaf gjørdist fyrsti kvinnuligi afrikanski forsetin yvirhøvur. Hin fyrsti A-landsleikarin at stilla upp til forseta val var annars fyrsti yrkisleikarin í Íslandi, Albert Guðmundsson, sum í 1980 mátti lúta fyri fyrsta kvinnuliga valda forsetanum í heiminum nakrantíð, Vígdis Finnbogadóttir.
Hin triði í røðini gjørdist Mikheil Kavelashvili, sum spældi 46 landsdystir og skoraði 9 mál fyri Georgia í tíðarskeiðnum 1991-2002. Hann koppaði fyrsta kvinnuliga forsetanum í Georgia, Salome Zurabishvili. Hann spældi annars fyri Manchester City 1996-97, tí georgiski stjørnuleikarin, Georgi Kinkladze, hevði viðmælt hann fyri felagsstjóranum Alan Ball. Meðan hann spældi har, skoraði hann ímóti Peter Schmeichel í grannauppgerðini tann 6. apríl 1997, men Manchester United vann kortini 3-2.
Kavelashvili er longu ein umstríddur forseti, tí hildið verður, at hann ikki er so ES-sinnaður, men heldur kanska stuðlar Putin. Hann fær kortini stuðul frá einum øðrum fyrrverandi AC Milan-leikara, Kakha Kaladze, sum nú er borgarstjóri í Tblisi. Kaladze spældi annars 83 landsdystir fyri Georgia árini 1996-2011 og skoraði 1 mál. Hann spældi sín fyrsta landsdyst tann 27. mars 1996, tá ið hann í 70. minutti kom inn fyri júst Mikheil Kavelashvili ímóti Kýpros.