Fyrsta norska liðið í europeiskari hálvfinalu…

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 13. juli 2022 vant KÍ burtur úr norsku meistarunum í Djúpumýru, tá føroysku meistararnir vunnu 3-1. Talan var um Bodø/Glimt, sum nú hevur vunnið seg í hálvfinaluna í Europa League saman við Athletic Bilbao, Tottenham Hotspur og Manchester United. Bodø/Glimt hevur samstundis skrivað søgu, tí tað er fyrsta norska liðið í einari europeiskari hálvfinalu nakrantíð.

Undir leiðslu av Kjetil Knutsen hevur felagið havt støðuga framgongd og hevur vunnið norska meistaraheitið í 2020, 2021, 2023 og 2024. Millum stóru sigrarnar standa ávikavist 6-1 sigurin á italska AS Roma í bólkaspælinum í UEFA Europa Conference League og 2-1 sigurin á sama mótstøðuliði í fjórðingsfinaluni í somu kapping. Tað var eisini fyrstu ferð at nakað lið yvirhøvur hevði skorað 6 mál í sama dysti ímóti einum liði undir leiðslu av José Mourinho. Heiðrarnir hava eisini regnað oman á venjarin, sum hevur verið kosin ársins norski venjari í 2019, 2020 og 2021.

Felagið hevur graslíkisvøll og tað er á heimavølli, at felagið hevur sína stóru styrki, tí liðið hevur vunnið allar dystirnar á heimavølli. Hinvegin hevur liðið bert fingið ein javnleik á útivølli og tapt hinar dystirnar. Kortini var liðið sterkt nokk til at vinna brotssparkskappingina í Róm, tá liðið hevði vunnið heimadystin 2-0 og Lazio fangaði málmunin í seinna dystinum (3-1).

Lazio førdi annars 3-0 í longdu leiktíðini, men Andreas Helmersen syrgdi fyri, at Bodø/Glimt endaði í brotssparkskapping, tá ið hann javnaði til 3-3 samanlagt. Í brotssparkskappingin var tað annars málmaðurin Nikita Haikin, sum gjørdist stóra hetjan, tá hann tók næsta brotssparkið hjá Lazio. Hin 29 ára gamli Haikin er føddur í Ísrael, livdi barnaárini í Russlandi og búði sum tannáringur í Onglandi. Nú er hann forlovaður í Norra og fær kanska nú fjórða passið skjótt.

Fyrra hálvfinalan verður á Tottenham Hotspur leikvøllinum, har Bodø/Glimt má klára seg uttan Håkon Evjen og Patrick Berg, sum báðir hava leikbann, men sleppur Bodø/Glimt nøkulunda óskalað, so skal Spurs til Norðurnoreg, har veðurlagið er eitt heilt annað. Tað búgva bert 50.000 fólk í Bodø, men vøllurin er eisini av graslíki; Aspmyra leikvøllurin og hann hevur argað fleiri onnur europeisk lið. Sum Kjetil Knutsen tekur til: “Hetta er forbiðið stórt fyri Glimt og norskan fótbólt. Kunnu vit gera tað, so kunnu onnur gera tað sama.”