Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum spældar hósdagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Skráin fyri hálvfinalurnar í bestu hondbóltsdeildunum er nú løgd.

Fyrstu hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar hósdagin, tá ið StÍF tekur móti Kyndli á Skála, og VÍF vitjar H71 í Hoyvík. Sunnudagin eru seinnu hálvfinalurnar.

Kyndil og StÍF spæla eina møguliga triðju hálvfinalu mikudagin 16. apríl, meðan ein møgulig triðja hálvfinala millum VÍF og H71 er ikki løgd enn.


Av tí at kvinnulandsliðið spælir HM-undandystir hesa vikuna, verða fyrstu hálvfinalurnar hjá kvinnum spældar hósdagin í næstu viku, tá ið VÍF tekur móti H71 og Neistin hevur heimavøll móti Kyndli. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar mánadagin 21. apríl.

Ein møgulig triðja hálvfinala millum Kyndil og Neistan verður hósdagin 24. apríl, meðan ein møgulig triðja hálvfinala millum H71 og VÍF er ikki løgd enn.

Hálvfinalur í hondbólti

Burndeildin, menn

Hósdag 10. apríl

  • 18:00 – StÍF – Kyndil
  • 20:00 – H71 – VÍF

Sunnudag 13. apríl

  • 16:00 – VÍF – H71
  • 19:00 – Kyndil – StÍF

Mikudag 16. apríl

  • 18:00 – Kyndil – StÍF (møguliga triðja hálvlfinala)

SMS-deildin, kvinnur

Hósdag 17. apríl

  • 16:00 – VÍF – H71
  • 19:00 – Neistin – Kyndil

Mánadag 21. apríl

  • 16:00 – Kyndil – Neistin
  • 19:00 – H71 – VÍF

Hósdag 24. apríl

  • 18:00 – Kyndil – Neistin