Gamal kenningur avloysir Smyril

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú er greitt, at tað verður grikska ferjan Galaxy, sum skal avloysa Smyril á suðuroyarsiglingini, tá ið hann fer í dokk seint í summar, einaferð í august og septembur.

Tað eru stórarbeiði, sum skulu gerast við Smyril, tá ið hann fer til 20 ára klassing á Fayard
skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark. Sostatt fer Galaxy at røkja Suðuroyarsiglingina í einar átta vikur, ella í samfullar tveir mánaðir.

Umframt tað kravda eftirlitið, skal Smyril eisini hava síðuskrúvur har afturi í skipinum fyri at minka um ristingarnar, og hann skal eisini hava hjálpimotorar, sum eru neyðugur at dríva skrúvurnar.

Galaxy er ein gamal kenningur í Føroyum, tí ferjan var eisini avloysaraskip hjá Smyrli, tá ið hann var í dokk í 2017.