Vágs býráð hevur samtykt at halda fram við arbeiðinum at gera eitt auditorium í Vágs skúla við tilhoyrandi hølum.
Hetta er eitt týðandi stig í menningini av skúlanum, og endamálið er at tryggja góðar og tíðarhóskandi umstøður til næmingar og lærarar.
Arbeiðið við auditorium hevur verið frammi eina tíð, og nú er avgjørt at halda fram við verkætlanini.
Bjarni Johansen, borgarstjóri sigur soleiðis um auditoriumið:
– Vit vilja skapa góðar og tíðarhóskandi umstøður fyri næmingar og lærarar. Við auditorium fáa vit eitt nútímans høli til undirvísing, fyrilestrar og onnur tiltøk. Samstundis er tað umráðandi, at vita hava eina greiða langtíðarætlan fyri skúlan, so hann kann mennast eftir einum varandi og framtíðartryggjaðum leisti.
Á býráðsfundinum fyrr í vikuni varð avgjørt at seta næstu stigini í verk, sum fevna um ítøkiliga fyrireikingar av byggiarbeiðinum.