Í februar fer grønlendska fótbóltssambandið, KAK, til Miami at samráðast við CONCACAF, fótbóltssamgonguna fyri Norðuramerika, Miðamerika og Karibia. Tí boðar Grønlendska fótbóltssambandi frá.
Kenneth Kleist, formaður í KAK, hevur góðar vónir um, at Grønland kann gerast limur í CONCACAF.
Hann leggur dent á, at politiska støðan, sum er uppstaðin í sambandi við áhugan hjá Donald Trump fyri Grønland, ikki hevur ávirkan á málið. Hann vísir á, at hóast Grønland ikki er sjálvstøðugt limaland í UEFA ella FIFA, so stuðlar danska fótbóltssambandið DBU umsóknini.
Morten Rutkjær, landsliðsvenjari hjá Grønlandi, sigur, at tað er eitt stórt stig fyri grønlendskan fótbólt og ein dreymur, sum hevur verið í 30-40 ár, at gerast partur av einum størri fótbóltssamgongu.
Á fundinum í Miami í februar skal grønlendska fótbóltssambandi leggja fram sínar ætlanir fyri grønlendskan fótbólt og møguligan limaskap í CONCACAF. Fær Grønland limaskap, kann Grønland møguliga vera við í HM-kappingum og øðrum altjóða fótbóltskappingum.