Gutti Dahl-Olsen er aftur at síggja í EB/Streymi. EB/Streymur hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við leikaran, eftir eitt ár í B36.
Gutti Dahl-Olsen hevur leikt 99 dystir og skotið 17 mál fyri EB/Streym í Betrideildini. Í B36 skoraði hann 4 mál í 24 dystum. Hann hevur eisini roynt seg við føroyska U-21 landsliðnum, har hann í 8 dystum hevur skotið 3 mál.
Við heimasíðuna hjá EB/Streymi sigur Gutti, at hjarta er blátt og svart, og hann hoyrir heima í EB/Streymi.
Eisini høvuðsvenjarin, Sigfríður Clementsen, gleðir seg eisini, og sigur, at EB/Streymur saknaði Gutta í fjør, og Sigfríður heldur heilt víst at hann fer at geva liðnum nógv bæði innanfyri og uttanfyri linjurnar.