Hægri tilfeingisgjøld kundu hjálpt upp á haldførið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

At hækka gjøldini á fiski- og alivinnuna kundi sambært Hans Ellefsen, lektara í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, bøtt munandi um fíggjarliga støðuna hjá tí almenna.

Búskaparráðið hevur staðfest, at almenni geirin í Føroyum hevur stórar trupulleikar við haldførinum. Verða eingi stig tikin, kann fíggjarliga hallið í longdini gerast heilt upp í 9% av BTÚ, svarandi til 2,4 milliardir krónur um árið.

Hans Ellefsen sigur soleiðis um tilfeingisvinnuna:

Flakatrolararnir, eisini kendir sum Barentshavsflotin, eru fáir í tali – bert 3-4 skip. Við trimum reiðaríum, sum fiska í Barentshavinum, er ein oligopol-støða, og tí er eyka vinningur í hesum fiskiskapi.

Talið av uppsjóvarskipum er økt frá átta í 2009 til umleið 20 skip í dag. Stór yvirskot hava verið seinnu árini, sum benda á stóran eyka vinning av náttúrutilfeingi. Føroyar hava gjørt avtalu um makrel fyri 2024 og sild fyri 2025, sum ávirka kvoturnar. “Fyri makrel er prísurin nógv vaksin av hesum,” sigur Hans Ellefsen.

Føroyska alivinnan hevur tríggjar høvuðsaktørar, ið framleiða laks. Eyka vinningurin kemur av brúki av firðunum, har oligopolistiskt viðurskifti eru galdandi. Hetta eyka avkastið endurspeglar virðið av atgongdini til firðirnar.

Hans Ellefsen staðfestir, at eyka vinningur er mest í uppsjóvarvinnuni og alivinnuni.

– Eyka vinningur er eitt týðandi fyribrigdi í føroyska búskapinum,” skrivar Hans Ellefsen.

– Við hóskandi skipanum kundi hann givið munandi fleiri inntøkur til landskassan uttan at ávirka virksemið í vinnuni, staðfestir hann.