Hagstovan kannar stutttíðarleigu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hagstova Føroya ger eina kanning, sum setir sjóneykuna á stutttíðarleigu í Føroyum í fjør.

Endamálið er at fáa eina greiða mynd av hvussu nógv føroysk og útlendsk ferðafólk hava nýtt hesa leigu, og hvussu nógvan pening tey hava brúkt.

Kanningin fer fram í vikum 13 og 14, frá 24. mars til 6. apríl, og útleigarar verða spurdir um teirra virksemi í 2024.

Eitt talgilt spurnablað verður sent út umvegis MínBoks. Spurnablaðið hevur tólv spurningar, ið millum annað fevna um útleigaðar nætur, seingjarpláss og rakstrarútreiðslur. Hagstova Føroya tryggjar, at øll svar verða viðgjørd í trúnaði og nýtt einans til hagtalsendamál.

Úrslitini frá kanningini fara at hjálpa Hagstovuni at menna nýggj ferðavinnuhagtøl, sum lýsa ymsu gistingarsløgini og teirra rúmføri. Í Føroyum umfatar stutttíðarleiga alt frá neystum og húsvognum til sethús og smærri leigumál, og stutttíðarleigan verður ofta bjóðað út á talgildum pøllum sum Airbnb og Booking.com.

Hagtølini verða gjørd sambært ásetingum frá altjóða felagsskapum sum Eurostat og UNWTO, soleiðis at føroysku tølini verða sambærlig við tølini hjá øðrum londum.