Hálvfinala hjá kvinnum og finala hjá monnum í Hoyvík í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Stórt hondbóltskvøld verður í Hoyvík í kvøld.

Klokkan 18.00 spæla kvinnurar hjá H71 og VÍF triðju og avgerandi hálvfinaluna í SMS-deildini, Liðini hava frammanundan vunnið hvør síðan finalu. H71 vann tað fyrstu eftir brotskastskapping, og VÍF vann tað seinnu í seinasta sekuni.

So tað er mangt sum bendir á, at triðja hálvfinalan eisini kann gerast spennandi. Í finaluni bíðar einaráðandi liðið í kvinnuhondbólti seinastu tvey kappingarárini, Kyndil.


Eftir kvinnudystin spæla menninir hjá H71 aðru finaluna móti Kyndli. H71 vann fyrstu finaluna 28-29. Hjá monnunum verður einki avgjørt í kvøld, tí í finalunum verður spælt til eitt lið hevur vunnið tríggjar finalur.

Hálvfinalur í SMS-deildini

1. hálvfinala

  • VÍF – H71 29-29 (16-14) (Eftir umdyst 33-33, eftir brotskast 37-38)
  • Neistin – Kyndil 21-23 (11-12)

2. hálvfinala

  • Kl. 16:00 Kyndil – Neistin 27-23 (14-10)
  • Kl. 19:00 H71 – VÍF ( 19-20 (9-14))

Hósdagin – 3. hálvfinala

  • Kl. 18:00 H71 – VÍF

Finalur í Burn-deildini

1. finala
Leygardagur, 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)

2. finala
Hósdagur, 24. apríl, kl. 20:15: H71 – Kyndil.

3. finala
Sunnudagur, 27. apríl, kl. 18:00: Kyndil – H71.

4. finala (møguliga)
Týsdagur, 30. apríl, kl. 20:00: H71 – Kyndil.

5. finala (møguliga)
Fríggjadagur, 3. mai, kl. 18:00: Kyndil – H71.