Veðurstova Føroya boðar frá loti og frískum vindi alla vikuna. Tað verður yvirskíggjað og ælaveður .
Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landsynning og hevur við sær vindrák av suðuri við ælaveðri yvir Føroyum í dag, seinni av landnyrðingi. Mikukvøldið fer eitt lágtrýst yvir Kappanum væntandi inn yvir Irmingarhavið, ið væntast at hava við sær rák av landsynningi hósdagin við brúgvalagi tætt við Føroyar. Síðst í vikuni fer eitt lágtrýst úr Norðuratlantshavinum væntandi at dýpast og ferðast í ein eystan ímóti Bretlandi, seinni í ein landnyrðing ímóti Hetlandi. Brúgvalag haðani rakar væntandi Føroyar fríggjadagin.
Forsøgn galdandi til týsmorgun
Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað og stundum okkurt ælið. Í nátt minkar hann vindin niður í lot sunnan, minni enn 5 m/s. Hitin millum 5 og 9 stig, í nátt niður í 3 stig í støðum.
Týsdagur
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Út á kvøldið veksur hann vindin til frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og stundum regn. Hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagur
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Hósdagur
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, hitin millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagur
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi til strúk í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s. Fyrst skiftandi skýloft og ælaveður, seinni samdrigið og regn. Hitin millum 3 og 6 stig.
Leygardagur
Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 6 stig.