Á eykaaðalfundi hjá Sev í morgun varð nýggj nevnd vald. Nevndin, ið telur sjey limir, umboðar hvør sítt øki í Føroyum. Nýggja nevndin hevur skipað seg við Haraldi S. Hammer sum formanni og Sylviu Thomsen sum næstforkvinnu.
Haraldur S. Hammer, sum er bygdaráðslimur í Sunda kommunu, var næstformaður í fráfarandi nevnd og er einasti, ið heldur fram í nýggju nevndini. Sylvia Thomsen er úr Klaksvíkar kommunu.
Í nevndina komu:
- Heðin Mortensen, Suðurstreymoy, varalimur: Annita á Fríðriksmørk
- Torbjørn Jacobsen, Eysturoy, varalimur: Suni í Hjøllum
- Sylvia Thomsen, Norðoyggjar, varalimur: Anfinn í Toft
- Winnie Kjærbo, Sandoy, varalimur: Rúni Winther
- Arni Teindal, Suðuroy, varalimur: Marin Gaardlykke
- Haraldur S. Hammer, Norðurstreymoy, varalimur: Lena Dam
- Hans Kári Hansen, Vágar, varalimur: Jóanis Albert Nielsen
Á fundinum varð eisini viðgjørt uppskot um at broyta bygnaðin í Sev, soleiðis at bert borgarstjórar úr størstu kommununum og ein býráðslimur úr Tórshavnar býráð skuldu veljast í nevndina saman við trimum serfrøðingum. Hetta uppskotið frá Klaksvíkar og Runavíkar kommunum fall, tí neyðugu tveir triðingar av atkvøðunum vantaðu til at fremja viðtøkubroytingar.
Tó varð samtykt, at nýggja nevndin innan tvey ár skal koma við uppskoti til nýggjar viðtøkur fyri felagið eftir uppskoti frá Klaksvíkar kommunu.