Harðskapur fær FC Hoyvík at taka U17-lið úr kappingini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fótbóltsfelagið FC Hoyvík boðar í kvøld frá, at felagið hevur tikið U17-dreingjaliðið hjá felagnum út øllum kappingum orsaka av einari álvarsamari hending í einum U17-venjingardysti millum U17-liðini hjá FC Hoyvík – B71.

Bolt.fo skrivar at dysturin endaði við roki og varð floytaður av eftir, at annar hjálpardómarin varð sligin. 


FC Hoyvík kunnar soleiðis á Facebook í kvøld:

Í samband við álvarsama hending í samband við ósømiligan atburð og harðskap frá okkara U17 liði við dreingjum, hevur felagið tikið ta ábyrgdarfullu avgerð, at taka liðið úr øllum kappingum undir Fótbóltssamband Føroya.

Vit í FC Hoyvík ásanna álvaran í málinum og harmast inniliga støðuna. Vit vilja hervið alment biðja um umbering – til mótstøðuliðini, dómararnar og Fótbóltssamband Føroya – fyri ótolandi atburðin, sum varð sýndur.

Vit fara nú undir eina innanhýsis tilgongd, har vit arbeiða við uppfylging, ábyrgd og menning, fyri at tryggja, at okkara felag framhaldandi stendur fyri fótbólti, virðing og góðum felagsskapi.

Vegna FC Hoyvík
Nevndin


Á bolt.fo greiðir dómarin í dystinum, Hanus Johannesen úr B71, frá at dysturin var torførur at døma, tí nógv ung rópandi fólk róptu rundan um vøllin. Tá ið eitt mál hjá FC Hoyvík so varð kolldømt fyri rangstøðu, varð linjuverjin sligin, og so var dysturin floytaður av. Tá ið vaksið fólk úr FC Hoyvík kom á vøllin eftir dystin, tóku tey hond um støðuna, og í dag hevur FC Hoyvík so tikið liðið úr øllum kappingum.

Hanus Johannesen greiðir eisini frá, at hóast talan var um ein vinardyst, so hevur hann latið sínum felagið B71 ein dómarafrágreiðing um málið, og B71 hevur sent frágreiðingina víðari til Fótbóltssambandið.