Robert Earnshaw er var føddur 6. apríl 1981 í Mufulira í Zambia, men vaks upp í Bedwas í Suðurwales. Hann er einasti leikari, sum hevur skorað hattrick í Premier League, í øllum trimum deildunum í ensku Fótbóltsdeildini, í League Cuppini, í FA Cuppini og í einum landsdysti.
Tað var 19. mars 2005, at West Bromwich Albion vitjaði Charlton Athletic í sambandi við ein dyst í Premier League. Miðskeiðis í seinna hálvleiki framdi felagsstjórin hjá WBA, Bryan Robson, eina útskifting, tá hann setti Robert Earnshaw inn á vøllin fyri Kieran Richardson og seinasta korterið av dystinum skoraði Earnshaw eitt hattrick. Triðja málið var eitt brotsspark í seinasta minutti. Hetta tryggjaði ikki bara West Bromwich ein 4-1 sigur, men gjørdi eisini Earnshaw til fyrsta – og framvegis einasta – leikaran, sum hevur skorað hattrick í Premier League, á øllum trimum stigunum í Fótbóltsdeildini, í báðum heimligu steypakappingunum, League Cuppini og FA Cuppini og í einum landsdysti.
Earnshaw skoraði fyrsta hattrickið á yrkisleiðini, tá Cardiff City vann 5-1 á heimavølli móti Bristol Rovers í øðrum umfari av FA Cuppini tann 19. november 2000. Minni enn ein mánað seinni skeyt hann sítt fyrsta hattrickið í landskappingini, tá Cardiff vann 4-1 á útivølli móti Torquay United í 4. bestu deildini tann 2. desembur 2000.
Earnshaw skoraði enn eitt hattrick í 5-1 sigrinum hjá Cardiff á útivølli móti Boston United í fyrsta umfari av League Cuppini tann 11. september 2002, og síðani skeyt hann tvey hattrick í 3. bestu deildini; tann 29. november 2002 í 4-0 sigri á útivølli móti Queens Park Rangers og 14. mars 2003 í 3-3 javnleiki á útivølli móti Tranmere Rovers.
Tann 12. august 2003 skoraði Earnshaw aftur eitt hattrick í League Cuppini, tá Cardiff á Ninian Park vann 4-1 á Leyton Orient í fyrsta umfari, og ein mánað og ein dag seinni, tann 13. september 2003, skoraði hann fýra ferðir (eitt upp á brotsspark), tá Cardiff vann 5-0 á Gillingham í næstbestu deildini.
Tann 18. februar í 2004 skoraði Earnshaw trý av málunum hjá Wales í einum 4-0 sigri móti Skotlandi í einum venjingardysti, og eitt ár, ein mánað og ein dag seinni, tann 19. mars 2005, fullførdi hann sína røð av hattrickum móti Charlton í Premier League á The Valley.
Fyri ein ordans skyld kann tað nevnast, at hann skoraði 10. og seinasta hattrickið, tá Nottingham Forest vann 5-1 á City Ground í einum dysti í næstbestu deildini móti Leicester City tann 5. desembur 2009.
Robert Earnshaw spældi mest fyri Cardiff City, West Bromwich Albion, Norwich City og Nottingham Forest. Hann fegnaðist altíð um málini við at gera fimleikakynstur sum flikkflakk. 14 ára gamli sonur hansara, Silva Mexes, spælir nú við Manchester United og kann velja millum at umboða Ongland (har hann er føddur), Zambia (har hann hevur ættarbond) og Thailand (haðani mamman er ættað). Sonurin hevur sjálvandi eisini arvað flikkflakk.