Hava útvegað fýra milliónir til gransking

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku granskararnir, Anni Djurhuus og Ragnheiður Bogadóttir, hava fingið tilsamans fýra milliónir krónur til tvær verkætlanir, stuðlaðar av Nordforsk. Íløgan hjá Granskingarráðnum var 900.000 krónur, sum nú hevur givið eitt fýrafalt avkast.

Anni Djurhuus, granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og starvsfelagar úr millum annað Kanada, Danmark og Noregi, granska evnið “Marine phycotoxins in the Arctic: an emerging climate change risk (PHATE)”. Verkætlanin viðger sjóeitur í Arktis sum eina avleiðing av veðurlagsbroytingum.

Ragnheiður Bogadóttir, granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, arbeiðir saman við granskarum úr USA, Grønlandi og øðrum Norðurlondum í verkætlanini “Addressing Unavoidable Non-Economic Losses to Climate-Induced Events for Communities in the Arctic (LostToClimate)”. Henda verkætlan setur sjóneykuna á avbjóðingar hjá arktiskum samfeløgum av veðurlagsbroytingum.