Havnarmenn føroyameistarar í telving

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Havnarmenn vunnu 3½-½ á Sandavágs Talvfelag í einum toppdysti, har liðið hjá vágamonnum var skert, tí hvørki Rógvi Egilstoft ella Jón í Horni Nielsen vóru við. Á 1. borði vann stórmeistarin Helgi Dam Ziska sannførandi á Høgna Egilstoft Nielsen.

FM-heitið varð tryggjað, tá Martin Poulsen sigraði á Torkil Nielsen á triðja borði, og Havnar Telvingarfelag vann sítt 27. FM-heitið. Carl Eli vann eisini, meðan Luitjen A. Apol greiddi remis móti Silasi Eyðsteinsson.

B-liðið hjá Havnini bjargaði sæti Í botnstríðnum millum Kollafjørðar Talvfelag og B-liðið hjá Havnar Telvingarfelagi. Í stigum endaðu liðini jøvn, men Havnarliðið hevði munin í dystarstigum. Kollfirðingar vóru sera nær við at bjarga sær í síðsta dystinum, men í avgerandi talvi eydnaðist Finnbjørn Vang at halda remis í taptari støðu, og so bjargaði B-liðið hjá Havnini sæti.

Vinnarar í øðrum deildum Sandavágs Talvfelag vann 2. deild, Rókur 3. deild, og Klaksvíkar Talvfelag 4. deild. Seinastu dystirnir í kappingini vóru telvaðir í Kollafjarðar Skúla.


1. deild – 10. umfar

Sandavágur – Havnin ½ – 3½

  • IM Høgni Egilstoft Nielsen – GM Helgi Dam Ziska 0 – 1
  • Silas Eyðsteinsson – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½
  • Torkil Nielsen – Martin Poulsen 0 – 1
  • Jón Atlason – Carl Eli Samuelsen 0 – 1

Klaksvík – Havnin B. 2 – 2

  • Ólavur Simonsen – Herluf Hansen 1 – 0
  • Rani Baldursson – Margar Berg 1 – 0
  • Heðin Gregersen – Elias Petersen 0 – 1
  • Terji Petersen – Suni Merkistein 0 – 1

Kollafjørður – Klaksvík B. 2 – 2

  • Hans Kristian Simonsen – Haldur S. Johansen ½ – ½
  • Árant Djurhuus – Finnbjørn Vang ½ – ½
  • Rógvi Mørkøre – Wille Olsen ½ – ½
  • Karl Marius Dahl – Tummas M. Sólsker ½ – ½

1. deild – endaliga støðan

1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 22
4. Klaksvík B. 14
5. Havnin B. 12
6. Kollafjørður 12

FM-lið 1. deild (1971-2025)

  • 1971 HT
  • 1972 HT
  • 1973 KT
  • 1974 HT
  • 1975 HT
  • 1976 VT
  • 1977 HT
  • 1978 HT
  • 1979 HT
  • 1980 HT
  • 1981 HT
  • 1982 HT
  • 1983 HT
  • 1984 HT
  • 1985 VT
  • 1986 TFS
  • 1987 TT
  • 1988 KTF
  • 1989 HT
  • 1990 HT
  • 1991 KTF
  • 1992 VT
  • 1993 KT
  • 1994 KT
  • 1995 HT
  • 1996 KTF
  • 1997 KTF
  • 1998 KT
  • 1999 KTF
  • 2000 HT
  • 2001 HT
  • 2002 VT
  • 2003 HT
  • 2004 KTF
  • 2005 HT
  • 2006 VT
  • 2007 KTF
  • 2008 VT
  • 2009 HT
  • 2010 KTF
  • 2011 ST
  • 2012 HT
  • 2013 ST
  • 2014 ST
  • 2015 ST
  • 2016 ST
  • 2017 HT
  • 2018 HT
  • 2019 ST
  • 2020 HT
  • 2021 ST
  • 2022 HT
  • 2023 ST
  • 2024 HT
  • 2025 HT

FM-sigrar í alt (1971-2025)

  • HT (Havnar Telvingarfelag) 27
  • ST (Sandavágs Talvfelag) 8
  • KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8
  • VT (Vestmanna Talvfelag) 6
  • KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4
  • TT (Tofta Talvfelag) 1
  • TFS (Talvfelagið Streymur) 1

2. deild – 10. umfar

Sandavágur – Kongshavn 3 – 1

  • Bernhard Augustinussen – Eyðun Lamhauge ½ – ½
  • Ingi Wiberg – Brandur Højgaard ½ – ½
  • Jónfinn Thomsen – Henrik W. Joensen 1 – 0
  • Johnny Petersen – Zaid Al-Jay 1 – 0

Toftir – Havnin B. 1½ – 2½

  • Andrias Danielsen – Luitjen Apol 0 – 1
  • Bogi Ziska – Petur G. Magnussen ½ – ½
  • Jógvan Ingvard Hansen – Brestir Samuelsen ½ – ½
  • Jón Magnus Joensen – Eyðun L. Staksberg ½ – ½

Havnin A. – Klaksvík 2½ – 1½

  • Øssur Joensen – Einar Gregersen ½ – ½
  • Jóannes Guttesen – Rókur Davidsen 1 – 0
  • Óli Joensen – Flóvin M. Tummasarson 0 – 1
  • Poul Poulsen – Rógvi H. Olsen 1 – 0

2. deild – endaliga støðan

1. Sandavágur 25½ stig
2. Havnin B. 21½
3. Klaksvík 21
4. Toftir 20½
5. Havnin A. 15½
6. Kongshavn 14


3. deild – 10. umfar

Kollafjørður – Rókur 1 – 3

  • Bernhard Thomsen – Finnbjørn Zachariassen 0 – 1
  • Alvin Joensen – Martin Brekká 0 – 1
  • Virgar Fagraklett – Kim Durhuus 1 – 0
  • Signar Kristiansen – Gunnar Joensen 0 – 1

Gøta – Vestmanna 1 – 3

  • Sigurð Justinussen – Hanus Ingi Hansen 0 – 1
  • Petur Páll Mikkelsen – Fróði Skúvadal 1 – 0
  • Símun P. Jacobsen – Jóhan Vørmadal 0 – 1
  • Hardi Hansen – Reidar Egilsnes 0 – 1

Sandavágur – Havnin 2½ – 1½

  • Hans Kári Hansen – Birgi Hansen ½ – ½
  • Hjalti Petersen – Jaspur Gaard ½ – ½
  • Sonni Nielsen – Kaj Olsen 1 – 0
  • Hans D. Joensen – Ronny í Lon ½ – ½

3. deild – endaliga støðan

1. Rókur 25½ stig
2. Gøta 23
3. Kollafjørður 21½
4. Vestmanna 21
5. Sandavágur 17
6. Havnin 12


4. deild – 9. umfar

Strendur A. – Sandavágur B. 2½ – 1½

  • Dánjal P. Jacobsen – Súni í Horni 1 – 0
  • Jógvan Juul Olsen – Jamil Emil Jacobsen 0 – 1
  • Jóhannus Simonsen – Lukas P. Wiberg 1 – 0
  • Ábraham Dalslíð – Jamil Oskar Jacobsen ½ – ½

Strendur B. – Havnin 2 – 2

  • Eyðun Danielsen – Andrew Xin 1 – 0
  • Petur Magnussen – Baldur B. Jørgensen ½ – ½
  • Adrian Hávardsson – Djóni Jakobsen ½ – ½
  • Mathias Jacobsen – Sámal Isfeldt Nesá 0 – 1

Suðuroy – Toftir 1½ – 2½

  • Bjarni Nielsen – Sigurd Joensen 0 – 1
  • Jóhann Rói Jacobsen – Harry Jacobsen ½ – ½
  • Ingi Ellingsgaard – Andras Magnussen 1 – 0
  • Eingin telvari – Mortan Hansen 0 – 1

Klaksvík – Gøta 3-1

  • Egil Finsson – Benjamin Tvørfoss ½ – ½
  • Hanus á Lógv – Pætur Andreasen 1 – 0
  • Bogi á Kósini – Jørgin Evald Solmunde 1 – 0
  • Leif Anderssen – Rani Hansen 1 – 0

Rókur – Sandavágur A. 1½ – 2½

  • Mortan Mørkøre – Mortan Ravnsfjall ½ – ½
  • Dávur Johannesen – Tórur Gudmundsen 1 – 0
  • Brandur Ellingsgaard – Gutti Petersen 0 – 1
  • Natasja Mørkøre – Jóhan Nielsen 0 – 1

4. deild – endaliga støðan

1. Klaksvík 27½ stig
2. Strendur A. 23
3. Sandavágur B. 20½
4. Sandavágur A. 19½
5. Rókur 17½
6. Gøta 16
7. Suðuroy 15½
8. Toftir 13½
9. Havnin 13
10. Strendur B. 13