Vit kunnu rokna við at innan fyri tey komandi 10 árini er alt skarn og fóðurspill frá føroyskari alivinnu komið í eina skipan við endurnýtslu til biogass og tøð.
Tað sigur stjórin á fóðurframleiðaranum Havsbrún, Odd Eliasen, í viðmerking til tíðindi úr Noreg, har ein frágreiðing frá ráðgevingarfyritøkuni PwC bendir á at so mikið sum 600.000 norsk húsarhald kunnu fáa sín tørv á elorku nøktaðan við hjálp av biogassi úr skarni og fóðurspilli frá norskum alibrúkum.
Tann føroyska alivinnan verður vanliga mett at liggja um ein tíggjundapart av tí norsku í framleiðslu. Út frá hesum kann slamm frá føroyskum alibrúkum væl og virðiliga nøkta orkutørvin hjá føroyskum húsarhaldum.
Heili 70 prosent av tí fosfori sum alifóður inniheldur verður ikki upptikið av alifiskinum, framgongur av frágreiðingini ‘Ny grønn verdikjede med slam fra havbruk som innsatsfaktor’.
Eitt fyrivarni í hesum liggur í at føroyskt alifóður inniheldur meira fiskamjøl og fiskalýsi enn norskt alifóður, og sambært upplýsingar frá føroyskum alara verður eitt nú fiskalýsi betur upptikið av alifiskinum enn rapsolja.
Sambært Uttanríkis- og Vinnumálaráðið lá tann samlaða nøgdin av fóðri sum varð sprænt út í føroyskar aliringar í fjør um 117.000 tons, meðan mongdin av skarni og fóðurspilli frá aliringunum lá millum 25.000 og 30.000 tons.
Uppsavning av skarni og fóðurspilli undir alibrúkum kann hindra dálking av firðum, minka um tørvin á brakklegging og geva rúmd fyri meiri aling, sigur tann norska frágreiðingin. Skarnið og fóðurspillið, eisini nevnt fiskaslamm, er væl egnað sum substrat til framleiðslu av biogassi, og hartil kann nýggj orka vinnast burtur úr hesum.
“Vit mugu rokna við at um eini 10 ár so hava vit skipanir har skarnið og tað sum ikki verður etið verður samlað upp og brúkt til orku ella tøð,” sigur Odd Eliasen við FM1. “Bakkafrost er longu komið í gongd við biogass framleiðslu, og alt slammið frá smoltstøðini við Strond fer til Førka.”
“Men hetta er bara ein byrjan,” leggur stjórin á Havsbrún afturat. “Vit fara at síggja stórar broytingar á hesum øki. Alarar sum vilja verða dugnaligir fara í størri og størri mun at fyribygja dálking og fáa alt sítt tilfeingi gagnnýtt.”