Heilsumiðstøðir avloysa læknaviðtalur og læknadømir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið hevur samtykt lógina um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá fólki. Nýskipanin tryggjar, at fólk kring landið fáa javna og betri atgongd til heilsutænastur. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, fegnast um, at skipanin serliga fer at gagna eldri, fólki við varandi sjúkum og teimum við serligum tørvi.

Frá 1. juni verða læknaviðtalur og læknadømir avloyst av heilsumiðstøðum.

Á hesum miðstøðunum fara fakfólk sum kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar og bioanalytikarar at savnast um at veita samanhangandi og dygdargóðar tænastur.

Ætlanin er at flyta viðgerðir úr sjúkrahúsinum til heilsumiðstøðirnar, til dømis viðgerðir fyri ADHD og diabetes, kanningar, ráðgeving og heilivágsgjøgnumgongd.

Við nýggju skipanini skal sjúklingatrygd setast í miðdepilin, og dentur verður lagdur á heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð og ráðgeving.

Umframt hetta verður orkan í heilsuverkinum gagnnýtt betur, og samstarv millum fakfólk verður styrkt.