Heilsustýrið nýggja heimasíðu og samleika

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsustýrið hevur í dag fingið nýggja heimasíðu, sum vendir sær breitt til allar føroyingar fyri at veita tíðindi, kunning, vegleiðing, tilmæli, dátur og hagtøl um heilsuviðurskifti í Føroyum.

Heimasíðan er skipað í tveir høvuðsbólkar: Borgari og Fakfólk. Borgari vendir sær til privatpersónar, meðan Fakfólk vendir sær til starvsfólk.

Samstundis hevur Heilsustýrið fingið nýggjan grafiskan samleika, eitt nýtt búmerki, sum ímyndar eitt H bygt av stabbum, ið ímyndar hagtøl, dátur, menniskju, ílegur og gransking. Samskiftisfyritøkan Sansir hevur staðið fyri menningini av heimasíðuni og samleikanum.

Heimsíðan hjá Heilsumálaráðnum er á heilsustyrid.fo