Hesar verkætlanir eru við í Closed for Maintenance

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggju ymiskar verkætlanir verða við í Closed for Maintenance fyrst í mai. Átakið leggur dent á at umvæla og tryggja gøtur og bygdagøtur, so bæði ferðafólk og innbyggjarar kunnu njóta náttúru og mentan á einum lættari og tryggari hátt.

Verkætlanirna, sum eru við í ár, eru fjølbroyttar.

Ein av verkætlanunum er í Leynum, har gøtan millum Leynar og Oyggjarvegin verður drenað og umvæld.

Í Gjógv verður gøtan fram við gjónni og niðan á Ovara Næsa umvæld.

Í Skopun verður ein nýggj lendisgøta gjørd, ið skal gera Norðaravatn lættari atkomiliga.

Í Koltri verður søguligi Eiðisdammurin endurskapaður í samstarvi við Tjóðsavnið.

Í verður eitt øki í bygdini gjørd hugnaligari og meir atkomiligt fyri bæði bygdarfólk og gestir.

Í Trongisvági verður gøta gjørd til ein foss, við eini hvíldarstaði á vegnum.

Í Nólsoy verður túrurin út á Borðuna bøttur við trinum og drening.

Í Gøtu verður leiðin niðan á Støðlafjall og Fransaholuna merkt og gjørd tryggari.

Til seinast skal bygdagøtan til Kirkjubøar úr Tórshavn bøtast og haldast í upprunaligum dámi.

Closed for Maintenancevar fyrstu ferð varð hildið í 2019. Samanlagt hava 36 verkætlanir verið partur av tiltakinum, og meira enn 500 fólk úr 40 londum hava verið við.