Á Eiði er ársins Heystfagnaður júst farin afturum. Tað væl umtókta tiltakið við siðbundnum seyðahaldi, sum nú varð hildið fyri 11. ferð, fór fram yvir tað nógva av vikuni og endaði sunnudagin.
“Vissi tað er bygdaligt og hoyrir til Føroyar sum tað var fyrr, so er tað vælkomið hjá okkum,” segði Alda Egilstrøð, ein av fyrireikarunum, við FM1.
Veðrið var sum tað var, einki at reypa av; men fólk hugnaðu sær við sýningum, kappingum, undirhaldi, dansi og veitslu.
Ein stór kapping um at gerast Føroya fremsti flettari fór fram leygardagin, og børnini sluppu aftur hesuferð at reka seyð saman við Trølla Pæturi og Trølla Ommuni. Hartil var annað mangt hugtakandi og læruríkt bæði fyri vaksin og børn, eitt nú ymiskt um ull. Og sum vant fekst eisini nógv gott at eta.